Komið til mín

Skrivað: Jonleif Danielsen

“Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu” (Matt 11,28)

Tá vit lesa ígjøgnum bíbliuna, síggja vit ein heilagan og rættvísan Gud. Men vit finna eisini ein kærleiksfullan Gud, sum ynskir at taka sær av okkum í okkara støðu.

Jesus vil sleppa at vera ein góður pápi fyri teg, sum ert hansara barn, í dag. Ein pápi, sum bjóðar tær at koma til sín við øllum, bæði smáðum og stórum. Hetta er eisini endamálið við bøn. Tað er, at vit tosa við skapara heimsins og kunnu úthella okkara hjarta fyri honum.

Men tað, sum er serligt við hesum versinum er, at har eru ongar treytir, vit skulu uppfylla, áðrenn vi kunnu koma til hann. Og hetta er sannur pápakærleiki frá Gudi og til okkum í dag. Tað er, at hann ynskir, at vit koma, so sum vit eru og við tí, vit hava. Eisini tá vit føla at vit einki hava, so bilar tað einki, tí at Gud lovar í hesum versinum, at hann vil taka sær av okkum. Hann vil geva okkum hvíld inn í okkara stríð og strev.

Nógv munnu kenna til at stríðast – bæði menniskjasliga og andaliga, tá er tað gott at vita, at vit standa ikki einsamøll í hesum, tí at sami Jesus, sum er okkara frelsari og, sum bjóðar okkum hvíld, sigur eisini, at hann er altíð við okkum og vil hjálpa okkum.