Kristna trúgvin ein lívsstílur?

Skrivað: Rósa Pólsdóttir Olsen

Vit lesa í Lukas 7, 36-50 um syndafullu kvinnuna, sum vaskaði Jesu føtur við tárum sínum og turkaði teir við hári sínum.

Fleiri halda, at tann kristna trúgvin er ein lívsstílur. Ikki tað, tann kristna trúgvin skuldi gjarna havt ein lívsstíl við sær. Men tann kristna trúgvin ER ikki fyrst og fremst ein lívsstílur.

Soleiðis er tað eisini í søguni her, tá Jesus vitjar Símun. Fyri Símun var trúgvin nemliga ein lívsstílur. Tað var hansara reina og rættvísa lív, sum gjørdi hann til ein góðan og trúgvandi jøda. Og tað var nevniliga lívsstílurin hjá kvinnuni, sum fekk hann at døma hana.

Jesus finst eitt sindur at Símuni, við tað at hann ikki bjóðar seg fram at vaska føturnar hjá honum. Men Símun elskar ikki Jesus á sama hátt, sum kvinnan ger. Hann heldur ikki, at hann hevur brúk fyri Jesusi. Hann heldur, at hansara lívsstílur er nóg mikið. Hann pjøvist ikki at trúgva.

Tað er bara so stórt at síggja hesa kvinnuna, sum hon grætur, mussar og salvar Jesu føtur. Hon elskar veruliga Jesus. Hon veit, at hennara lívsstílur ikki er nóg mikið. Hon sær, at hon hevur brúk fyri Jesusi.

Sum sagt, so førir tann kristna trúgvin ein lívsstíl við sær, og er tað ikki nakað ringt í sjálvum sær. Men tað kann eisini verða við til at rættvísgera ein sjálvan, og tað er ikki ein kristin trúgv. Kristna trúgvin er fyrst og fremst trúgvin í okkara hjarta, trúgvin á Jesus. At innsíggja, hvussu nógv vit hava brúk fyri Jesusi, tað at vit ikki klára at liva uttan hann.

Eg haldi, at hendan hendingin er so sigandi og so viðkomandi enn í dag. At Jesus brúkar eina syndafulla kvinnu, sum vit kunnu spegla okkum í, og faktiskt síggja upp til. Tí hon elskaði Jesus av øllum sínum hjarta og visti, at hennara lívsstílur ikki kundi føra hana til Himmals. Hon hevði brúk fyri Jesusi. Og tað sama er galdandi fyri okkum. Okkara lívsstílur kann ikki føra okkum til Gud. Men tað er eina trúgvin á Jesus, sum kann føra okkum til hann.