Lat Harran byggja títt hús
”Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva; um Harrin ikki staðin varðar, tá til einkis vaktarin vakir” (Sl 127,1).
Vanliga er partur av versinum omanfyri at hoyra til brúðarvígslur. Prestur leggur hondina á brúðarparið og biður Harran ikki bara signa men vera við í hjúnabandinum, so at tað skal eydnast. Hóast versið omanfyri verður tikið fram í samband við vígslur, so eru orðini ein góð áminning til okkum øll – gift og ógift.
Sálomon sigur, at um Gud ikki er við í tí, vit gera, so er tað burturspilt arbeiði og tíð. Í staðin skulu vit hava Gud við í øllum! Ikki bara til hátíðardagar, so sum brúðarvígslu, men hvønn dag. Í arbeiði, skúla, ítrivi, ja, hvat vit so hava at takast við í dagligdegnum, legg tað fram fyri Gud og bið hann vera við.
Lat ikki títt lív vera burturspilta tíð, sum dregur longur burtur frá Gudi, men hav hann við í tínum dagliga lívi, so at tú kanst vera til gleði og gagns fyri tíni medmenniskju.