Lat ikki syndina ráða
“Lati tí ikki syndina ráða í tykkara deyðiliga likami, so tit gerast girndum tess lýðin!” (Róm 6,12)
Vit menniskju hava øll eitt val: vit kunnu velja at fylgja við streyminum og liva eins og heimurin, ella vit kunnu spyrja okkum sjálv, “Hvat ynskir Gud við mínum lívi?”
Hetta eru tveir valmøguleikar, sum eru sera torførir at taka støðu til. Tí ein partur av okkum trúgvandi ynskir at liva eins og heimurin, meðan ein annar partur ynskir at fylgja Jesusi.
Hesin bardagin ímillum okkara gomlu náttúru og tað endurfødda menniskja kemur at varða heilt til tann dagin, tá ið vit doyggja, ella Jesus kemur aftur. Men við Jesu kraft kunnu vit vinna á tí gamla menniskjanum og fremja Guds vilja. Vit fara tó at fella hvønn dag, men tá er vælsignað at vita, at Jesus longu hevur vunnið sigur á syndini, og tað einasta vit skulu gera, er at venda okkum til Jesus og játta okkara misbrot, tá vil hann fyrigeva okkum, so vit kunnu byrja av nýggjum frí frá synd.
So lat okkum ikki lata syndina ráða í okkara lívi, men velja at vera lýðin og tæna Gudi. Tí tá ið vit taka hesa avgerð, so vil Gud vælsigna okkum og geva okkum mátt til at vera hansara børn.