Lat ljósið lýsa bjart
… og tað var enn ikki slóknað á Guðs lampu… 1. Sám. 3,3
Vit er stødd í eini daprari tíð í Ísraels søgu. Eli, sum var prestur og skuldi vera Guðs talirør til fólkið, hevði svikið sítt kall. Hann hevði ikki talað Guðs orð, sum Guðs orð.
Tí mátti Guð grípa inn og kalla ein nýggjan prest, áðrenn lampan slóknaði heilt. Lampan, sum her eisini er ein mynd uppá andaligu støðuna í Ísraels fólki.
Hesin prestur varð Sámuel, sum frá heilt ungum hevði virkað í templinum saman við prestinum Eli. Sámuel var Guði eitt útvalt ílat, eins og Paulus var tað. Sámuel varð givin Hannu og Elkana sum eitt bønarsvar, har Hanna í síni neyð rópti á Guð um at geva sær ein son. Hanna knýtti eitt lyfti til henda son, og var tað, at hon skuldi geva sonin aftur til Guð, til templi, har hann frá heilt ungum kom at vaksa upp.
Guðs lampa var enn ikki slóknað, men tað gekk skjótt tann vegin. Guð kallaði Sámuel til at vera sítt talirør fyri fólkinum at boða alt Guðs ráð.
Tað kom Sámuel eisini at gera, hann var trúgvur ímóti tí, sum Guð bað hann gera og siga.
Er lampan við at slókna í okkara bygd/býi/landi? Treingja vit til at verða vakt upp, soleiðis at vit kunnu kynda undir lampuna, so at hon kann brenna enn bjartari?
Vit hoyra lýsingar frá okkara mentanarpalli, at møguleiki er at síggja/uppliva djevulskap og illar andar. Er tað tað, sum okkara land er komið til, at tað myrka, óhugnaliga, djevulska er vert at uppliva?
Vit eru øll útvald í Kristi til at verða ljós fyri hann, so er spurningurin, um vit lata ljósið skína, ella vit seta tað undir skeppumálið?
Eitt er sikkurt, at okkara land eins og Ísrael, treingir til umvending og endurnýggjan.
Halleluja, tín er æran,
halleluja, amen
kom og vitja okkum,
frelsari, einaferð enn
HMS nr. 43