Leitar tú eftir fyrigeving?

Skrivað: Andreas Andreasen

Høvuðsboðskapurin í Guds orði er Guds fyrigeving og endurloysing frá arvasyndini, gjøgnum Jesu fullgjørda verk á Golgata.

Leitar tú eftir fyrigeving, so hygg upp á Jesus, sum er vegurin og sannleikin og lívið.

”Leitið til Harrans, meðan hann er at finna, kallið á hann ta stund, hann er nær. Hin gudleysi vendi um frá vegi sínum, og órættarmaður frá svikaráðum sínum og vendi sær til Harrans, tá skal hann miskunna honum, til Guðs várs, tí at hann fyrigevur ríkliga (Jes 55,6-7).

Ja, Gud fyrigevur tær og mær, um vit kalla á Jesus! – og avnokta syndina. ”Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara” (Róm 6,23).

Takk Gud og faðir, Takk, at tú ber okkara byrðar, og náði tín røkkur til tað einstaka menniskjað, eisini til tín, sum lesur hesi orð.

Undir seinna veraldarbardaga lá ein ungur SS-hermaður til at doyggja á sjúkrahúsi. Hann hevði luttikið i krígnum, og saman við fleiri øðrum hevði hann verið við at taka lívið hjá hundraðtals jødum, millum annað við at skjóta teir og at brenna teir inni í húsum teirra.

Nú hann lá at doyggja, var hann tyngdur av sorg, og stórsta ynski hansara var at fáa fyrigeving frá einum jøda.

Hann biður eina sjúkrasystir fara eftir einum jøda, ið er fangi og starvast sum reingerðarfólk á sjúkrahúsinum. Tað er rithøvundurin til bókina ”Solsikken”, Simon Wiesenthal, sum sigur frá hesi hending. Sjúkrasysturin leiðir henda jøda til hermannin. Hermaðurin greiðir frá, hvat hann hevur gjørt, og so sigur hann: ”Hesar longu næturnar, meðan eg havi bíðað eftir deyðanum, er tað komið til mín ferð eftir ferð, at eg skuldi tosa mína søk við ein jøda og at biðja um fyrigeving.”

Tá ið jødin hevði lurtað eftir hermanninum, fór hann út úr stovuni, uttan at siga eitt orð.

Seinni kom spurningurin aftur og aftur til jødan ”Skuldi eg havt fyrigivið honum?”

Jesus fyrigevur tær.