Liv fyri tí, sum hevur týdning

”… eg noyðist at lata tað vera eftir… sum eg havi vunnið við strevi mínum… undir sólini.” Præd. 2,18-19 V.D.

Um tú arbeiðir harðari, kanst tú tjena fleiri pengar, men tú kanst ikki tjena meira tíð. Ein væl dámdur sangur sigur: ”Tíð kann vera peningur, men tín peningur kann ikki keypa tíð.”

 

Um tú regluliga vitjar kirkjugarðin, kann tað kanska hjálpa tær at endurmeta og raðfesta lív títt! Tað kann kanska fáa teg at steðga á og spyrja teg sjálvan, hvørjum ið tú veruliga livir fyri. Sálomon fekk eina serliga uppliving: ”Tí hóast eg geri mítt arbeiði við vísdómi, skili og dugnaskapi, so má eg geva alt, sum eg forvinni, til onnur at eiga, sum einki stríð hava havt av tí.” (Frítt umsett. Præd. 2,21)

 

Tú skalt ikki bara tjena til lívsins uppihald. Minka um tína ovurstóru arbeiðsbyrðu, sum bara hevur strongd við sær. Gevst í kappingini um framgongd.

 

Ger heldur ein mun millum tey, sum tú livir saman við. Handa ikki bara ein arv víðari til næsta ættarliðið, men gev eitt gott eftirmæli víðari til teirra, sum koma eftir teg. Tað vil ríka lív teirra.

 

Her í Vesturheiminum skava vit inn undir okkum. Vit halda tað vera natúrligt at fáa sær nýggjan køk, dýrar uttanlandsferðir, bil, bát, summarhús og eina rúgvu av klæðum. Hetta nøktar okkum eina løtu, men skjótt er tómleikin aftur har. ”Tann, sum elskar pening, verður ikki mettur av peningi… eisini hetta er fáfongd (tómleiki).” – ”Sum hann kom úr móðurlívi, soleiðis má hann fara avstað aftur, so nakin sum hann kom.” Præd. 5,9 og 14.

 

Fólk leypa upp á mylnuhjólið, sum melur runt og runt. Tá ið tey hava havt ein køk í eini 20 ár, so skulu tey partú hava ein nýggjan. Fáfongd og ófriður alla tíðina.

 

Fólk leita frá sær sjálvum eftir friði. Bíbliunnar Gud kann geva tær frið og gleði. Gud hevur eina meining og ætlan fyri lívi tínum: ”Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð.” Jer. 29, 11.

 

Frelsuvegurin liggur her: ”Eg eri Vegurin, Sannleikin og Lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.” Jóh. 14,6. Bjóða Jesusi inn í títt hjarta sum Harra og Frelsara. ”Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til (ella rætt til) at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.” Jóh. 1,12.

Effie Campbell umsetti