Lívið í komandi verðini(3:3)

”Og staðinum tørvar heldur ikki sól ella mána til at lýsa hjá sær; tí at dýrd Guðs skínur á hann, og lambið er lampa hansara. ”
Opb.21,23

 

Samuele Bacchiocchi

Ein av mununum her og hinumegin, sum er verdur at geva sær far um, er, at alt tað, sum nú avmarkar ella skaðar tilveru okkara, fer at verða oytt og týnt. Tað ónda finst ikki longur, hvørki innan í okkum ella kring okkum. Tað kann vera ringt at ímynda sær, hvussu tað fer at vera at búgva í einari nýggjar verð, har ikki finst hatur, øvund, ótti, fíggindskapur, mannamunur, svik, kúgan, dráp, eirindaleys kapping, politiskt stríð, vápnadubbing, búskaparligt skrædl, hungur, munur á ríkum og fátækum, sjúka og deyði.

”Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.« ” Opb.21,4

Hesi orðini sipa í veruleikanum til meir, enn tey av sonnum siga. Tey sipa til, at ógrøðandi sjúkur ikki finnast longur, heldur ikki ólukkur ella vanskapt børn, ongar jarðarferðir ella varandi skilnaður. Tey sipa eisini til, at vit gerast før fyri at røkka okkara gudgivnu málum. Her koma sjúka og deyði ofta tvørs fyri okkara stremban og stríð. Á nýggju jørðini fáa øll avmarkaða tíð og megi at røkka hægstu mál síni.

Tað, at hitt ónda ikki longur er til, fer at verða ómetaliga sjónligt, tí eingin ótti ella óvissa verður meir. Vit óttast at gerast arbeiðsleys, at vera fyri ráni, at bilurin fær skaða, at hjúnafelagin lumpar okkum, at børnini ikki fóta sær í skúlanum, at gerast sjúk, at gerast einsamøll. Vit óttast alt tað óvissa í tilveruni, fjáltur kemur á okkum, og vit liva heilt í stríð við Guds upprunaligu ætlanir við okkum.

Skriftin brúkar ymiskar myndir at vissa okkum um, at á nýggju jørðini verður hvørki ótti ella óvissa. Hon talar um ein bý við føstum grundvølli, bygdur av Gudi sjálvum(Hebr.11,10), og um eitt ríki, sum er óskakandi(Hebr.12,28).

Íbúgvarnir á nýggju jørðini fara at vera trúgvir umsitarar av Guds nýggja skapanarverki. Teir fara ikki at oyðileggja tað einaferð afturat.

Tað mest hugtakandi við lívinum á nýggju jørðini fer at vera, at Gud er til staðar mitt millum fólk sítt. ”Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: »Sí, tjaldbúð Guðs er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum. ” Opb.21,3. Hesi kendu orð eru høvuðslyfti í Guds náðarsáttmála (sí Jer.31,33; Hebr.8,10). Hesi orð fara heilt og fult at ganga út á nýggju jørðini.

Guds hjávera á nýggju jørðini fer at vera so verulig, at ”Og staðinum tørvar heldur ikki sól ella mána til at lýsa hjá sær; tí at dýrd Guðs skínur á hann, og lambið er lampa hansara. ” Opb.21,23.

Bíbilska myndin av tí komandi heiminum fremur okkara hugmyndir og styrkir vón okkara.

Vit bíða altso eftir at sæla vón okkara skal ganga út!
”Adventnyt”. E.Campbell umsetti