Hjálp fyri tey niðurboygdu
„Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær. “
Op.3,20
Kæri vinur, latum okkum tosa saman eina løtu. Ert tú niðurboygdur? Kennir tú teg sum hitt størsta ólukkudýr á jørð? Sigur tú, at tú ert djúpt sokkin í synd og veitst tær ongan útveg? Er lívið ein byrða fyri teg? So havi eg eini góð tíðindi at bera tær! Jesus doyði á krossinum fyri syndarar! Bið til hansara, so verður tú frelstur! Hetta er loysningurin til vandamál títt.
Ert tú komin so langt, at tú sært teg sum ein syndara, kanst tú vera lukkuligur, tí, sum nevnt, tað var fyri syndarar, at Jesus doyði. Bið Jesus beint nú, har tú ert staddur, fyrigeva tær tína synd og broyta lív títt. Bið hann taka búgv í hjarta tínum. Tá vil hann gera tað, og hann hevur gávur sínar við: frið og gleði.
Hetta kanst tú vita heilt vist, tí Harrin sigur ikki ósatt, hvørt einasta bíbliuorð stendur fast og vikast ikki. Í hesum bíbliuorðinum, sum stendur í Opinberingini 3,20, sigur Jesus: „Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara.“
So vil eg so fegin deila eitt annað bíbliuorð við tær. Hetta bíbliuorðið kundi gott havt yvirskriftina „Frelsuvissa“. Tað stendur í fyrsta Brævi Jóhannesar 5. kapittul, 13. vers: „Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit, sum trúgva á navn Guds sonar.“
Tá ið tú ert frelstur, kæri vinur, mást tú lesa í Bíbliuni hvønn dag. Hetta er føði fyri sálina, fyri at tú kanst vaksa tín andaliga vøkstur. Tú mást biðja hvønn dag, bið t.d. morgun, onkuntíð mitt um dagin og um kvøldið. Tað er so gott at vita, at Harrin hevur ikki summarfrí ella telefontíð, hann er altíð til reiðar at lurta eftir tær.
Fyri at styrkna, mást tú eisini koma saman við Guds børnum. Tú sigur kanska: „Eg havi ikki dirvi at fara í kirkju ella møti. Tey kenna meg og vita, hvussu eg havi livað. Tey eru øll so góð!“
Eg vil bert minna teg á eina søgu, Jesus einaferð segði frá. Tað vóru tveir menn, sum fóru niðan í halgidómin at biðja. Annar var ein tollari, og hann føldi seg illa, skal eg siga tær. Hann hugdi bert niður og sló seg fyri bringuna og segði hesi orð: „Gud náði meg syndara!“
Jesus segði sjálvur, at hesin fór rættvísgjørdur (tað vil siga: reinur) til hús, meðan farisearin, sum reksaði upp alt tað góða, hann gjørdi, fór ikki rættvísgjørdur heim. Hví? Tí hann kendi seg so og so góðan. Hann megnaði alt sjálvur. Hann hevði ikki brúk fyri Jesusi ella hansara náði. Honum nýttist ikki Jesu blóð at reinsa seg við. Á, hvussu syrgiligt við sovorðnum sjálvrættvísum menniskjum, tí eingin kemur uttan um Jesus.
Tann, ið kemur til mín, eymt hann segði,
eg koyri ei burtur frá mær,
og hann dró meg so tætt til sítt hjarta,
sum eg ongantíð áður var;
tonk, hann segði, eg var honum kær(ur),
og hvat goymt mær í Himlinum er;
tí eg gleða meg kann sum ein fuglur,
ið loystur úr snerruni fer.
Effie Campbell
Edvard Poulsen

