Jarn og leir

„Men tað, at tú sást jarnið vera blandað við leirið, merkir, at tey skulu ganga í hjúnalag saman og kortini ikki verða sameind, eins og jarn ikki kann blandast við leir.“
Dánjal 2,43

 

David Hathaway

Vit lesa í Bíbliuni, at jarn kann ikki blandast við leir, tað ber ikki til: “Jarn kann ikki blandast við leir.” Dán. 2,43.

 

Dánjal profetur í Gamla Testamenti sá, at tað seinasta stóra ríkið fór at verða lagt í oyði, tá ið Jesus kemur aftur. Hann sá, at hetta ríkið fór at verða ein avloysari av Rómverjaríkinum úr jarni, sum var uppi á døgum, á fyrstu komu Jesusar á jørð (Dán. 2,40)

 

Hetta hernaðarríkið bleiv til tað Heilaga Rómverska Heimsveldið, og soleiðis heldur tað áfram til dagin í dag gjøgnum Evropeiska Uniónina (EU), síðani hon varð sett á stovn gjøgnum Rómsáttmálan í 1957.

 

Dánjal sá, at hetta heimsveldið nú er ein blandingur av jarni og leiri, og tað heldur ikki. Effie Campbell umsetti