Menniskjan spáar – men Gud ræður
„Og eg sá himmalin opnaðan, og sí: hvítur hestur. Og tann, sum á honum sat, eitur »trúgvur og sannorðaður«, og hann dømir og stríðir við rættvísi. “
Op.19,11
Í 1913 sat ein barónur, sum kallaðist Lord Rothschild, í París. Hann var ikki ein trúgvandi á tann hátt, sum vit leggja í hetta orðið í dag, men hann trúði Guds orði. Tá fær hann eina sannføring ella eina opinbering í sínum hjarta, at fyrst fer ein ræðuligur bardagi at bresta á (fyrri veraldarbardagi 1914-18), so verður friður eina tíð, men síðani verður ein hervilig jødatýning (holocaust).
Hann sendir tí eitt fjarrit til turkiska sultanin, sum stýrdi øllum tí Osmanniska ríkinum. Hetta ríkið fevndi um stór øki í Afrika og Asia og eisini Heilaga Landið. Í fjarritinum spurdi hann, um hann kundi sleppa at keypa Palestina, so jødar kundu koma har at búseta seg.
Hann fekk eitt fjarrit aftur. Í tí stóð: “Tá ið vatnið í Nilánni rennur inn í Jerusalem, skalt tú sleppa at keypa Palestina.” Hetta ljóðaði heldur løgið; men Rothschild var jødi, so hann skilti málburðin hjá eysturlendinginum. Har, sum Níláin rennur út, er hæddin ájøvn havinum, og Jerusalem liggur 800 m yvir havinum. Vatn rennur ikki uppeftir, og tí merkti tað, sum sultanurin ætlaði sær at siga, at líka so lítið sum vatn kann renna uppeftir, líka so lítið skalt tú sleppa at keypa Palestina.
Men eitt orðtak sigur: Menniskjan spáar, men Gud ræður. Og soleiðis kom at gangast her. Undir fyrra veraldarbardaga kom Ongland í kríggj móti Turkalandi, og Allenby herhøvdingi fekk til uppgávu at fría Palestina. Herur hansara taldi 40.000 menn. Allenby gekk undir navninum “oyðimarkarrottan”. Hann var ein persónligur kristin.
Hann dugdi beinanvegin at síggja, at hetta fór at verða eitt tekniskt kríggj, hetta fór at verða eitt kríggj um vatn, tí turkar høvdu um hetta mundið so gamalslig vápn, og teir høvdu skinnsekkir at goyma vatnið í. Hann bað tí verkfrøðingadeildina leggja ein vatnleidning úr El Kantara, yvir Suez og inn í oyðimørkina.
So hvørt sum Allenby tók seg fram, longdu teir um henda vatnleidning. Turkar blivu við at taka seg aftur við teirri vón, at teir fóru at finna vatn; men so var ikki. Bretar harafturímóti høvdu alla tíðina frískt vatn.
Tann 9. desember í 1917 stóðu teir á Oljufjallinum og sóu inn yvir heilaga býin, Jerusalem, sum Dávid kongur hevði bygt. Her hevði Ábraham skula ofrað Ísak, einasta son sín; men Gud steðgaði honum. Staðin fyri læt Gud einasta son sín doyggja fyri alla mannaættina.
Tá fekk Allenby samvitskubit. “Eg kann ikki seta mínar vanhalgaðu kanónir upp móti Jerusalem,” segði hann við herovastar sínar. “Kríggj er kríggj!” svaraðu teir aftur, “kríggj er kríggj!”
So sendi Allenby eitt fjarrit til George 5. av Onglandi. Hann var abbi Elisabeth, sum er Onglands drotning í dag. “Eg eri kristin. Mín samvitska loyvir mær ikki at bumba Heilaga býin, Jerusalem. Hvat skal eg gera?”
Svarið, hann fekk, var hetta: “Make it a matter of prayer.” Ger tað til eitt bønarevnið.
Edmund Allenby bað so allar hermenn sínar fara niður á knæ, tí tað vóru boðini frá kongi. Teir gjørdu tað við ringum tannabiti; men teir máttu akta kongsins boð. Á dett bønarmøti, 40.000 menn á knøum.
Tá hendi nakað. Graml hoyrdist um, at ein annar bretskur herur við Lawrence á odda lá hinumegin Jerusalem. Tað var ikki satt, og hvør ið var komin við hesum tíðindum, veit eingin, hóast teir hava kannað søgulig skjøl. Nú gjørdust turkar bangnir, teir hildu, at teir vóru fangaðir í einari fellu millum tveir herar. Teir hildu tí til beins og kvikaðu sær burtur.
Tá kom borgarstjórin í Jerusalem út við einum hvítum flaggi, og allir herovastarnir fóru ríðandi á hvítum hestum yvir ímóti Jerusalem. Tað var siður hjá herovastum tá á døgum. Tá ið teir komu til tað portrið, har Jesus reið inn á einum asnafyli, fór Allenby av hestinum og bað hinar gera tað sama. “Tí,” segði hann, “tað er bara ein, sum er verdur at ríða á hvítum hesti inn gjøgnum hetta portrið, og tað er Jesus. Tað stendur í Opinberingini í tí 19. kapitlinum, at Jesus skal koma ríðandi á einum hvítum hesti.” So fóru teir til gongu inn gjøgnum portrið og yvir til grátimúrin.
Allenby bað síðani verkfrøðingarnar leggja vatnleidningin inn í sjálvan Jerusalem, og tá ið tað fríska vatnið veldi út gjøgnum pumpurnar, komu boð frá Balfour, at nú var Palestina frítt, og jødar kundu búseta seg har, sum teir vildu.
Ja, so sanniliga, menniskjan spáar, men tað er Gud, ið ræður. Sultanurin vildi ikki selja Heilaga Landið, fyrr enn vatnið úr Nílánni spríkti inni í Jerusalem. Nú rann vatnið úr Nílánni inni í heilaga býnum, og jødar fingu Palestina frítt uttan at gjalda eitt einasta oyra. Jødarnir eiga lyftini, og tí nýtast teir ikki at óttast.
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

