Hurðin er opin
Jesus sigur um seg sjálvan, at Hann er dyrnar:
„Eg eri dyrnar. Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargaður, og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði. “
Jóh. 10,9
Og hvussu gera vit so tað, at stíga inn um hesar dyr. Í Opb. 3,8 stendur: „Sí, eg havi latið dyr standa opnar framman fyri tær, sum eingin er mentur at lata aftur.“ Í Dahls Bíbliu stendur ikki orðið „framman“, men av tí at tað stendur í øllum øðrum Bíblium, havi eg loyvt mær at seta tað inn her.
Tá ið vit nú granska hetta orðið, so fáa vit so ótrúliga nógv gott burtur úr tí. Fyri tað fyrsta, so kemur tú ikki til einar læstar dyr. Tær eru opnar.
Fyri tað næsta, tørvar tær ikki at kaga aftur um teg ella til viks at leita eftir hesari hurðini, tí Harrin hevur sjálvur sett hesa hurðina beint framman fyri tær, lættari kann tað ikki verða.
Fyri tað triðja, fáa vit at vita, at eingin kann lata hesar dyr aftur fyri okkum.
Men hurðin verður ikki opin um allar ævir. Ein dag letur Gud hana aftur, og tá ber ikki til at sleppa inn og bjarga sær. Tað hoyra vit so væl í frásøgnini um Nóa ørk.
Hurðin stóð upp á víðan vegg leingi, men at enda læt Gud hana aftur. So brúka høvið nú, tak stigið. Sig við Harran: „Kom inn í mítt hjarta sum Harri og Frelsari. Fyrigev mær allar mínar syndir. Bjarga mær og frels meg. Amen!“
Effie Campbell
Edvard Poulsen

