Lønin ið givin verður eru fimm ymiskar krúnur

„Men ein og hvør, sum er uppi í kappleikum, er fráhaldandi í øllum; hinir fyri at kunna fáa forgongiligan krans, men vit óforgongiligan.“
1.Kor.9,25

 

Sigursprísurin – kransurin til tey, ið sigra (1.Kor.9,25)

Lívsins krúna – krúnan til tey, ið missa lív sítt fyri Jesu skuld (Op.2,10)

Ófølnandi krans dýrdarinnar – krúnan fyri leiðara samkomunnar (1.Pet.5,4)

Rættlætiskransurin – krúnan til tey, sum hava elskað opinbering hansara (2.Tim.4,8)

Heiðurskransurin – krúnan til tey, ið vinna sálir fyri Harran (1.Tess.2,19)

Ofta ljóðar spurningurin: „Eru vit ikki sjálvsøkin at arbeiða fyri at fáa løn?“ Nei, so avgjørt ikki! Leggið til merkis og gevið væl gætur, at ein dag fara krúnurnar hjá teim trúgvandi at verða lagdar fyri føtur Krists. (Op.4,10) Heiðurin er hansara! Vilt tú hava eina krúnu at geva Jesusi, ella skal heiður hansara líða undir tí, at tú onga krúnu hevur at leggja niður fyri føtur hans? E.Campbell umsetti