Lova Jesusi inn í títt hjarta

Skrivað: Marja Lamhauge

Jesus vil verða ein partur av okkara lívi, hann vil liva í okkum. Vilja vit hava Jesus við í okkara lívi?

Vit lesa um Sakeus í Lukas 19,2-3: “Og sí, har var maður, at navni nevndur Sakeus, og hann var yvirtollari, og hann var ríkur. Og hann vildi fegin fáa at síggja, hvør ið var Jesus.” Hava vit sama ynski sum Sakeus, vilja vit fegin síggja Jesus, vilja vit hava hann inn hjá okkum?

Jesus vil fegin koma inn hjá okkum, eins og hann vildi hjá Sakeusi. Lukas 19,5: “Og tá ið Jesus kom hagar, leit hann upp og bar eyga við hann og segði við hann: “Sakeus, skunda tær og kom niður, tí at í dag má eg koma at gista í tínum húsi.” Hvussu svara vit Jesusi, tá hann sigur “í dag vil eg koma inn hjá tær”? Eru vit klár at lata dyrnar upp og bjóða honum inn. Lukas 19,6: “Og hann skundaði sær og fór niður og tók ímóti honum glaður”. Ella drála vit við at lata hjartað upp fyri Jesusi?

“Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær” (Opb 3,20).