Lukas 13,31-35

 

Teksturin í dag er Lukas 13,31-35

Ólavur Jacobsen lesur.

v31 Á somu stund komu nakrir Farisearar og søgdu við hann: «Far avstað og halt burtur hiðani, tí at Heródes ætlar at drepa teg.» v32 Og hann segði við teir: «Farið tit og sigið við henda revin: Sí, eg reki út illar andar og gevi heilsubót í dag og í morgin, og triðja dagin eri eg komin á enda; v33 men eg eigi at halda ferð míni fram í dag og í morgin og dagin eftir; tí at tað sømir seg ikki, at ein profetur letur lívið aðrar staðir enn í Jerúsalem. v34 Jerúsalem, Jerúsalem! tú sum tekur profetarnar av lívi og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað saman børn tíni, eins og høna ungar sínar undir veingirnar á sær, – og tit vildu ikki. v35 Sí, hús tykkara skal verða latið til tykkara sjálvs. Men eg sigi tykkum, at tit skulu als ikki síggja meg, fyrr enn tann tíðin kemur, tá ið tit siga: Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni!»