Lukas 7,18-23

 

Teksturin í dag er Lukas 7,18-23

Jógvan Højgaard lesur.

v18 Og lærusveinar Jóhannesar søgdu honum frá øllum hesum. v19 Tá kallaði Jóhannes tveir av lærusveinum sínum til sín og sendi teir til Harrans og læt siga: «Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?» v20 Fram komnir til hansara søgdu menninir: «Jóhannes doyparin hevur sent okkum til tín og letur siga: Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?» v21 Á teirri somu stund grøddi hann mong frá sjúkum og plágum og illum andum, og mongum blindum gav hann sjónina aftur. v22 Og hann svaraði og segði við teir: «Farið og berið Jóhannesi boð um tað, sum tit hava sæð og hoyrt: Blind fáa sjón, lamin ganga, spitølsk verða rein, deyv hoyra, deyð rísa upp, fátækum verður gleðiboðskapurin boðaður; v23 og sælur er tann, ið ongan meinboga fær av mær.»