Lýðin hóast mótstøðu
Men tá ið Dánjal frætti, at hetta boð skrivliga var givið út, fór hann beinanvegin inn í hús sítt; har hevði hann á takinum herbergi við opnum gluggum, ið horvdu móti Jerúsalem; og tríggjar ferðir um dagin fell hann á knæ í bøn og tøkk fyri ásjón Guds, eins og hann hevði verið vanur at gera. (Dán 6,11)
Dánjal hevur júst fingið boðini um, at kongur hevur sett nýggja lóg. Eina lóg, ið sigur, at øll skulu tilbiðja kongin og bara kongin í 30 dagar. Ein og hvør, ið ikki ger eftir hesum boðum, skal verða tveittur fyri leyvurnar.
Tað er eitt sindur menniskjasligt at bara hugsa, ”aja, 30 dagar? Tað man ikki bila, um eg bara biði til kong í 30 dagar, og so kann eg biðja til Gud aftur aftaná – so spari eg í øllum førum leyvubøli”.
Men hetta hugsaði Dánjal slett ikki! Tað stendur hann fór beinanvegin at biðja.
Hetta vóru álvarsom boð, sum kongurin hevði sett. Hetta vóru boð, ið Dánjal ikki kundi fylgja, og sum kundu kosta honum lívið. Men Dánjal visti, at sín Gud var mentur at bjarga sær, um tað var ætlanin. Hóast hann visti, at hann kundi doyggja fyri tað, at hann bað til sín Gud, forðaði tað honum ikki at vera lýðin Gudi.
Á dett dirvi og álit! Dánjal ivaðist ikki í, at um hann so skuldi doyggja fyri trúnna, so var tað tað rætta.