Lykilin
„men teir, ið vóna á Harran, fáa kraft av nýggjum og hevja seg sum á arnarveingjum; teir renna og ikki møðast og ganga og ikki maktast. “
Jes.40,31
Vit bíða IKKI eftir næsta tíðindafundi fyri at finna okkara VÓN. Vit hava hana longu, um vit brúka tíð saman við HONUM, sum ER VÓN okkara – og sum ER FRIÐUR og HVÍLA okkara.
Jesus sigur í Matt. 11,28: „Komið higar til mín ØLL tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum HVÌLU. “
Lykilin til hasa hvíluna eitur: ”KOMIÐ TIL MÍN!” Tað vil siga, at vit mugu velja okkurt annað frá fyri at kunna velja at brúka tíð saman við Gudi í kvirru, í Orðinum, í takkargerð, bøn, lovsongi, tilbiðjan og at lurta.
NÝGGJA kraft – NÝGGJA hvílu – NÝGGJAN frið – NÝGGJA gleði – NÝGGJAN íblástur – NÝGGJA náði – NÝGGJA fyrigeving – NÝGGJAN kærleika o.s.fr. fáa tey, sum bíða eftir Harranum – og tey fáa nýggjar veingjarfjarðar sum ørnin (Jes. 40,28-31).
So brúka handa LYKILIN hvønn dag. Jesus hevur givið tær hesi trý orðini: ”KOMIÐ TIL MÍN!” Lat hetta ikki vera ein lykil, sum liggur goymdur í einari skuffu, men brúka hann hvønn dag. Betri tilboð fært tú ikki. Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

