Marta og Maria

Skrivað: Súsanna Hendriksdóttir Olsen

”… kvinna sum æt Marta, tók ímóti Honum í húsi sínum. … Men Harrin svaraði henni: ” Marta, Marta! Tú gert tær stríð og órógv av mongum; men eitt er fyri neyðuni. Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin.” (Luk 10, 38-42)

Jesus verður bjóðaður inn til Martu og Mariu. Tað var Marta, sum lat upp og lovaði Jesusi inn.

Tá Jesus kemur inn, setir Maria seg við Jesu føtur og lurtar eftir tí, sum Jesus hevur at siga, meðan Marta stákast úti í køkinum, tí tær hava fingið vitjan. Jesus sigur tó, at tað er Maria, sum hevur funnið tann góða lutin

Venda vit hesum til okkara lív, kunnu fleiri kenna seg aftur í hesum, at vit taka móti Jesusi, vit lata upp fyri honum og lova honum inn. Og hvat gera vit so? Vit fylla okkara skema við ymiskum – versligt og andaligt. Eins og Marta, sum stákaðist fyri at tæna Jesusi.

Vit menniskju mugu læra at vera sum Marta – lova honum inn í okkara lív. Vit skulu eisini verða sum Marta – við tað, at vit arbeiða fyri Guds ríki her á Jørð. Men vit mugu ikki gloyma at vera sum Maria – at brúka tíð saman við Jesusi. Lurta eftir honum. Tosa við hann.