Martur ella Mariur?

Skrivað: Marita Eckhardt Tróndheim

Ongantíð hevur søgan um Martu og Mariu verið meira týdningarmikil enn í dag (Luk 10,38-42). Flestu okkara eru allarhelst samd um, at tað ljóðar sum, at Maria, ið valdi at seta seg við Jesu føtur og hoyra orð hansara, valdi rætt. Tað segði Jesus, at hon gjørdi. Marta er tó nokk hon, ið mest líkist okkum. Hon stákast, turkar borðið, bakar, syrgir fyri, at køkuborðið sær fullkomið út, turkar dustið og syrgir fyri, at gestirnir hugsa, at her er væl fyrireikað. Marta kundi eisini verið hon, ið valdi at vaska upp, áðrenn gestirnir vóru farnir; hon, ið fann kustin fram, tá fyrsti molin datt á gólv. Ella hann, ið gjørdi kaffi til fundin og mátti skunda sær til handils eftir mjólk, tá fundurin byrjaði, tí alt annað hevði ikki borið til. Her eru nógvar Martur í heiminum. Vit vilja gjarna, at tað sær gott út og at einki gongur galið. Trupulleikin við Martu er tó, at hon hoyrir ikki, hvat Jesus hevur at siga henni, tí hon hevur annað at gera.

Nógv menniskju í dag føla, at tey ikki hava stundir til at binda frið. Tey arbeiða skjótari, men tað gevur teimum ikki meiri tíð. Maria skilti hetta. Hon skilti, at tíðin ikki varð givin henni, men at hon sjálv mátti taka sær ta tíð, hon skuldi sita hjá Jesusi, eisini sjálvt um Marta gjørdist firtin.

At kunna binda frið er tí ikki nakað, vit gera, tá alt annað er liðugt. At binda frið er nakað, vit mugu taka okkum stundir til. Tað er í hesum løtum, at vit kunnu sita undir Guds orði, í einum sangi og í bøn. Vit vita nokk væl, at vit eru Martur, men hvønn dag mugu vit taka okkum eina Mariuløtu, tí hon kemur ikki av sær sjálvum.