Meir sum Maria
”Men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni” (Luk 10,42).
Gerandisdagurin hjá flestu av okkum er blivin sera hektiskur, og man følir, sum man rennir aftaná degnum og skal trýsta so nógv sum gjørligt inní hesar 24 tímarnar, sum vit nú einaferð fáa um dagin, av Guds náði.
Eg havi altíð hugsað, at sjálvandi skulu vit vera sum Maria og seta okkum tíð av at vera í andakt við Harran hvønn dag. Men seinastu tíðina havi eg følt, at man kennir seg aftur í teimum báðum samstundis!
Í einum krevjandi gerandisdegi royna vit at finna okkum tíð at liva saman við Jesusi, man roynir at lesa eitt sindur í einari stillari løtu, biður, meðan man gongur, súkklar ella koyrir til arbeiðis, lurtar eftir andaligum tilfari og so framvegis. Alt meðan man er í gongd við at stákast.
Einki ringt um tað, tvørturímóti; tað er gott, at vit søkja og hava Gud við okkum, har vit fara og eru.
Men vit muga ikki gloyma at vera sum Maria. Vit muga taka okkum tíð saman við Gudi í bøn, talu og lesnaði.
Harri, ger meg stillan, og hjálp mær at søkja til tín í mínum gerandisdegi.