Minnist tú til at takka Gudi fyri alt?

Skrivað: Tórleivur Atlason Rasmussen

“Takkið í øllum førum!” (1. Tess 5,18)

Tað er so nógv, tú kanst og burdi takka Gudi fyri. Her í Føroyum hava vit hús at búgva í, og vit hava mat at eta hvønn dag. Vit hava klæðir -rein klæðir – at fara í. Vit kunnu hava eitt arbeiði og pengar at liva fyri.

Seta vit prís upp á tað og takka vit Gudi fyri tað, sum tey flestu av okkum taka sum eina sjálvfylgju? Vit hava so ómetaliga nógv av takka fyri. Framum alt, lat okkum takka fyri tað minst sjálvfylgiliga av øllum: Tað er, at Jesus hevur frelst okkum av náði við trúgv á hann.

Tá tú biður, minst til at takka Gudi fyri alt hetta. Bið eisini fyri øllum teimum menniskjum, har alt til tað dagliga lívið ikki er ein sjálvfylgja og fyri teimum, sum ikki kenna Jesus. Og bið Gud um at vit eru góð vitni um hann og son hansara.