Náði í eygum Harrans

Skrivað: Frants Jensen

“Men Nóa fann náði í eygum Harrans” (1. Mós 6,8)

Fyrstu ferð orðið náði verður nevnt í Bíbliuni, er júst hetta skriftstaðið, vit her hava lisið. Orðið er eitt av lyklaorðunum í skriftini. Uttan náði glatast vit øll.

Náði kemur av latínska orðinum gratia, sum vit eisini kenna frá orðinum ”gratis”. Náði er nevniliga ikki 50 prosent avsláttur, ella at vit fáa okkurt so bíligt, at vit kunnu siga, at vit gera kvettið.

Nei, náði er størri enn tað. Hon er fullkomiliga ókeypis. Vit skulu einki rinda fyri hana. Harrin gevur okkum hana óuppiborið – ókeypis.

Nóa var ikki ein maður, sum gjørdi alt rætt, og so fann hann náði í eygum Harrans. Nei, vit lesa eisini, at Nóa syndaði. Hann var sostatt eitt menniskja sum eg og tú. Tað var bara av náði, at Gud bjargaði honum og nærmastu familjuni undan vatnflóðini.

Orðið náði er nevnt sera ofta í Bíbliuni. Kanska fyri at minna okkum aftur og aftur á, at vit einki kunnu gera sjálv fyri at verða frelst. Alt er av náði, og var tað ikki so, høvdu vit ikki komið til himmals.

Finna vit náði í eygum Harrans, eru vit rík. Tú og eg skulu einki gera fyri at vinna hana. Harrin bjóðar okkum náðina ókeypis. Vilt tú taka ímóti henni?