Nøgdsemi

Skrivað: Kaj Eli Hansen

”Atferð tykkara veri uttan peningaágirnd; verið nøgdir við tað, sum tit hava! Tí at hann hevur sagt: ”Eg skal als ikki sleppa tær, og á ongum sinni fara frá tær” (Hebr 13,5).

Vit liva í einum landi, her vit hava tað sera gott. Vit mangla einki og hava meira enn nóg mikið til okkara dagliga tørv. Men kortini liggur ein longsul, ein tráan, eftir at fáa meira, og henda longsul og tráan bera vit øll uppá.

Tí kemur Bíblian við fleiri áminningum um at vera nøgd og við áminningini um, at her á jørð hava vit ikki okkara verandi stað, men tað er ein annar staður, sum vit skulu stremba og tráa eftir, heldur enn øllum tí her á jørð, tað er Himmalin.

Hví vera nøgd við tað, sum vit hava? Jú, tí at í Jesusi hava vit fingið alt, sum okkum er tørvur á, bæði í hesum lívi og í ævinleikanum. ”Eg skal ikki sleppa tær, og á ongum sinni fara frá tær”. Hetta er lyftið, vit fáa í dag og hvønn dag, vit liva her á fold.

Takka, og ver nøgdur og glaður um tað, sum tú hevur fingið av Guds hond, og hann skal leiða teg til teir ævigu bústaðir, har alt er fullkomið.