Okkara lív eru í hondunum á skapara heimsins!

Skrivað: Ester Dalsgaard

Í Bíbliuni lesa vit um Jónas, ið flýddi frá Gudi. Gud sendi hann til at vera eitt vitni fyri seg, men tað vildi Jónas ikki. Hann var ov ræddur til at fara út og siga øðrum um Gud. Hann skilti ikki, at hann kundi brúkast í Guds arbeiði.

Gud sær okkara hjørtu. Hóast vit viðhvørt vilja goyma okkum fyri Gudi, so sær hann okkum. Hann veit, hvussu vit hava tað, tá vit eru glað ella kedd. Vit hava ofta lætt við at flýggja frá Gudi, tá vit hava gjørt okkurt skeivt, ella vit gloyma hann, tá tað gongur væl. Hann vil hjálpa okkum, og hansara endamál er ongantíð at ræða okkum ella at geva okkum nakra ringa kenslu. Hann fer ikki at kalla okkum til ymiskt, ið hann veit, at vit ikki megna.

Gud visti, at Jónas megnaði at fara út og siga øðrum fólkum um seg, so tí kallaði hann á Jónas. Tað einasta, Jónas hugsaði um, var, hvat onnur fóru at halda um seg. Hvat fóru fólk at siga, um hann kom har og segði teimum um Gud?

Vit skulu óttast Gud og ikki óttast, hvat heimurin sigur um okkum. Vit mugu ikki gloyma, at okkara lív eru varðveitt í hondunum á skapara heimsins!