Okkum tørvar ta andaligu føðina

Skrivað: Poula Reinert Olsen

“Verðið í mær, so verið eisini eg í tykkum: eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær” (Jóhs 15,4)

Sum kristin kunnu vit av og á kenna okkum langt burturi frá Gudi. Umstøður og tankar kunnu gera, at vit byrja at ivast í okkara trúgv og í Gudi. Hetta kann vera ørkymlandi, og vit kunnu hugsa: eri eg ikki ein trúgvandi? Fyri nøkrum árum síðan talaði norðmaðurin John Hardang til stórmøtini hjá Heimamissiónini. Eg festi meg serliga við hesa útsøgn, ið hann hevði til tey, ið kendu iva um m.a sína trúgv: “tú hevur brúk fyri at fáa Jesus inn í tíni oyru, inn ígjøgnum tíni eygu, inn til títt hjarta”. Greitt sagt: eru vit í iva um eitthvørt í okkara sambandi við Gud, so hava vit tørv á at søkja til hansara, lata okkum fylla við andligari føði, ið okkara hjarta hevur tørv á. Og hendan føðin kann bæði koma ígjøgnum okkara oyru við tí, vit hoyra og við tí, vit lesa og síggja. Mega vit tí altíð hava fyri eyga at halda okkum nær at Gudi við tí, vit fáast við í okkara gerandisdegi. Halda vit okkum nær at honum, so vil hann eisini halda seg nær at okkum.