Øll vildu vera saman við Jesusi

Skrivað: Kristianna Johannesen

"Tá í mannamúgvurnar fingu at vita at Jesus var farin burtur í ein oyðistað, fóru tær aftaná honum" (Matt 14, 13).

Jesus hevði tørv á at vera fyri seg sjálvan. Mannamúgvurnar vóru hugtiknar av, hvat Jesus segði, lærdi og gjørdi. Tey fóru til gongu aftaná honum. Tey góðu sær tíð at vera saman við Jesusi. Tíð at hoyra og læra av honum. Mannamúgvurnar ynsktu at vera, har Jesus var. Tey fóru avstað í skundi og góðu sær ikki tíð at taka til dømis mat við til ferðina.

Vit hava ríkiligar møguleikar at vera saman við Jesusi. Flestu okkara eiga eina ella fleiri bíbliur heima við hús. Vit hava møguleika at lesa bíbliuna á telefonini og so framvegis. Geva vit okkum tíð at lesa, lurta og læra av Jesusi? Er tað við skundi, vit fara i Harrans hús? Leggja vit annað til síðis fyri at vera saman við Jesusi? Í Áposlasøguni 2,42 lesa vit um tey fyrstu kristnu, at tey hildu fast saman um læru ápostlanna, samfelagið, breyðbrótingina og bønirnar.

Vit vera signaði, tá vit geva okkum stundir við Jesu føtur. Guds orð er livandi, tað hevur altíð okkurt at siga okkum og læra okkum.

Ein stund hjá tær, o, Jesus,

sum hon kann javna alt,

har fann eg mangan hvílu

og hjálp, tá mest um gald;

tá myrk og fløkt var leiðin,

og sálin tung og troytt, –

ein stund hjá tær, o, Jesus,

og alt var aftur greitt!

MS 257 v.1