Óverulig tíðindi

Skrivað: Hans Karl Højgaard

“Og Sakarias segði við eingilin: “Av hvørjum skal eg vita hetta vist? Tí at eg eri ein gamal maður, og kona mín er komin væl til aldurs” (Luk 1,18).

“Men Maria segði við eingilin: “Hvussu kann hetta bera til, við tað at eg ikki veit av manni?” (Luk 1,34)

Bæði Sakarias og Maria høvdu torført við at skilja boðskapin, sum Gabriel boðaði teimum. Sakarias, tí bæði hann og konan høvdu ynskt sær eitt barn leingi, men nú vóru tey vorðin gomul. Maria, tí tað kundi heilt einfalt ikki bera til, at hon var við barn, hon hevði ikki verið saman við nøkrum manni.

Vit hoyra av og á tíðindi, sum vit hava torført við at trúgva. Tað kann vera bæði góð og ring tíðindi, men eitthvørt ger, at tað kann tykjast ótrúligt. Hirðarnir á markini vóru teir fyrstu, sum hoyrdu um Jesu føðing. Hóast teir fóru til Betlehems at vita, um hesi tíðindi, so ivist eg onga løtu í, at bæði tíðindini og øll upplivingin við einglunum, hevur verið ótrúlig og óverulig.

Ein søga er um ein træl, sum varð leyskeyptur á einum trælamarknaði í Amerika. At byrja við, skilti hann ikki hesi fáu orð: “Tú ert ein fríur maður!”. Hann mátti hoyra orðini nakrar ferðir, áðrenn hann kundi trúgva tí, sum hann hoyrdi. At enda skilur hann, hvat verður sagt við hann, og hann kastar seg fyri føturnar á keyparanum og sigur: “Tær vil eg altíð fylgja”. Hesin maður møtti tí manni, sum frelsti hann úr trældóminum, og hann hevði torført at trúgva tíðindunum.

Tíðindini um Jesu føðing eru ikki sum onnur vanlig tíðindi. Hetta er fyri okkum kristin, nakað av tí týdningarmiklasta í øllum kristinlívinum. Frelsarin Jesus varð føddur í Betlehem.

Ein frelsari er føddur. Hann, sum á Golgata fullgjørdi alt. Hann tók alla okkara synd á seg, soleiðis at vit kunnu liva eitt lív í vón um Himmalin.

Tað, sum byrjaði jólanátt, fullgjørdi hann langa fríggjadag.

Gleðilig jól!