Ruddingardagur

Skrivað: Mourits Mouritsen

“Tessvegna geri eg soleiðis móti tær, Ísrael. –  Men av tí at eg vil fara soleiðis við tær, tá búgv teg til at møta Gudi tínum, Ísrael! Tí, sí: Harrin, sum myndað hevur fjøllini og skapað stormin, kunngjørt monnum hugsanir sínar og gjørt hevur morgunroðan og myrkrið og gongur yvir jarðarinnar hæddir, Harrin, Gud herliðanna, er navn hans” (Am 4,12-13).

Ein dag skulu vit øll møta Gudi. Ikki eitt einasta menniskja hevur møguleikan at sleppa undan at møta Gudi. Vit mugu tí øll gera okkum tilreiðar og fyrireika okkum.

Tann trúgvandi, hjá honum er alt lívið ein fyrireikingartíð til at møta Gudi.

Undir hesari fyrireikingartíð kallar Gud okkum til at gera upp.  Hann sigur í Jesaja 1,18: “Um syndir tykkara eru sum skarlak, kunnu tær verða hvítar sum mjøll; um tær eru reyðar sum purpur, kunnu tær verða hvítar sum ull.”

Gud bjóðar sær til at strika út okkara syndir í lívinum. Syndir okkara skulu verða reinar og hvítar sum kavi.

Í sínum stóra kærleika kallar Gud okkum fram nú – í náðitíðini – til at gera upp framman fyri náðinnar trónu.

Og henda uppgerð er ikki nøkur keðilig uppgerð. Tað gongur nevniliga herliga fyri seg.

Tað einasta, vit skulu gera, er at leggja alt fram í ljósið og viðurkenna okkara synd. So fyrigevur Gud syndirnar og útslettar tær. “Eg, eg eina, striki út misgerðir tínar vegna mín sjálvs og minnist ikki syndir tínar” (Jes 43,25).

Ein uppgerð má koma fyrr ella seinni. Antin við náðinnar trónu ella við dómarans trónu í ævinleikanum.

Tað er so avgerðandi fyri okkum menniskju, at vit eru vakin. Tað er so skjótt, at tann óndi kann koma sníkjandi, um vit ikki dagliga eru í orðinum.

Lat tað vera okkara bøn, at vit mugu koma at standa í sannleikanum, fyri Guds ásjón – uttan at pynta uppá okkum.