Sáðið er Guds orð
Guds orð er sum sáðið, ið sáað verður. Tað er fult av møguleikum. Gularótafræ. Rótafræ. Tað sær ikki út av nógvum! Kann hetta blíva til eina rót?
Somuleiðis er eisini við Guds orði. Jesus segði: “Tað er andin, sum lívgar; holdið gagnar einki. Orðini, sum eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív” (Jóh 6,63).
Tá vit lesa Guds orð hendir nakað.
- Sál og sinni verða upplýst!
- Hjartað líkasum svarar aftur (Róm 8,16: “Sjálvur andin vitnar saman við anda okkara, at vit eru Guds børn”.)
- Sannleikin verður vaktur í tær.
- Bíblian er meira enn lærusetningar.
- Guds orð skapar trúgv.
- Ger broytingar í lívinum.
- Guds orð ger undur.
- Grøðir sár.
- Uppbyggir karakter.
- Broytir umstøður.
- Gevur kraft/styrki
- Reinsar sál og sinn.
- Fær ymiskt at henda.
Guds orð hevur líka stóran týdning, sum maturin tú etur.
Andaliga føðin, sum vit hava brúk fyri.
Ímynda tær, at matskráin ein dag hevði sæð soleiðis út:
Morgunmat: Eina rosinu.
Á miðdegi: Leypa máltíðina um.
Um kvøldið: Eitt lítið epli.
Tað hevði verið ein svangligur dagur!
Nei, vit hava brúk fyri fastari føði, breyð, mjólk og so møguliga okkurt gott omaná.
“Men hann svaraði og segði: “Skrivað stendur: “Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guds munni” (Matt 4,4).
“Mjólk gav eg tykkum at drekka, ikki tuggumat; tí at enn toldu tit tað ikki, ja, tit tola tað heldur ikki enn” (1 Kor 3,2).
“Hvør søt er tín tala fyri góma mín, meira enn hunangur fyri mín munn!” (Sl 119,103)
Hetta var Andans matskrá, sum vit hava brúk fyri!
Til dagliga styrki og vøkstur!
“og stundið eins og nýfødd børn eftir hini andligu, ósviknu mjólk, fyri at tit kunnu vaksa av henni til frelsu” (1 Pæt 2,2).
Hetta er tað, sum Harrin Jesus vil við tær og mær. At vit taka Guds orð til okkum dagliga í ríkiligt mát, so vit kunnu vaksa.