Salt og ljós

Skrivað: Kristianna Johannesen

“Tit eru salt jarðarinnar;… Tit eru ljós heimsins…” (Matt 5,13 og 14).

Tað er Jesus, sum sigur hesi orð í Fjallaprædikuni. Jesus lærdi fólkið, og tey lurtaðu. Jesus nýtir gerandismyndir, sum fólkið skilti: salt jarðarinnar og ljós heimsins. Saltið gevur smakk, reinsar og verjir móti rotinskapi. Saltið missir sína megi, um tað ikki verður nýtt til tað, tað er ætlað til, men bara stendur burturbeint.

Ljósið lýsir upp, gevur lív, hita og trivna.

Á sama hátt skuldu Jesu lærusveinar tá, eins og Jesu lærusveinar upp gjøgnum allar tíðir reinsa, verja, lýsa upp og ugga har, sum myrkur og ótrivnaður ræður. Jesu lærusveinar skulu vísa vegin til Jesus.

Jesus samanlíknar okkum við salt og ljós fyri at ávara okkum um ikki at verða dovin, men vera vakin, biðjandi og virkin fyri hann. Megina til at virka fyri hann hava vit ikki í okkum sjálvum, men hana fáa vit gjøgnum gleðiboðskapin í Guds orði.

Gleðiboðskapurin sigur mær, at tá eg trúgvi á Jesus Kristus, skal eg um aldur og ævir ikki doyggja, men ein dag koma heim í dýrdina, har Jesus Kristus er.

So latið okkum vera salt og ljós. Latið okkum vera við at reinsa tað illa burtur og lýsa upp, har vit eru sett at virka. Lat okkum vera virkin og ikki dovin, soleiðis at faðir okkara í himlinum verður æraður.