Aftur til forsíðu

Send meg!

Send meg!

Skrivað: Jonleif Danielsen

“Allir teir, sum Gud vakti hugin hjá til at fara heim og byggja hús Harrans í Jerusalem” (Ezra 1,5b).

Hvat kann eg brúkast til? Hvar og hvussu skal eg tæna?

Hetta eru vanligir spurningar, sum serliga ung trúgvandi seta. Men tað er so fantastiskt at hoyra henda spurning frá fólki. Tí hetta boðar frá menniskjum, sum vilja bjóða seg fram í tænastu. Menniskju, sum elska Jesus og vilja vera við til at lyfta hansara navn upp.

Harrin hevur ikki givið okkum eina uppskrift, hvar og hvussu vit eiga at tæna, men hann hevur lagt í hjarta á fólki sínum at byggja hansara ríki her á jørð.

Og tað er umráðandi at vita, at tað er hansara arbeiði, og at lata hann brúka okkum hvønn dag. Tað er Harrin, sum hevur givið okkum tær gávur, sum vit hava, og hann vil, at vit skulu tæna honum við hesum gávum.

Jesaja hevði fatur á rætta hugburðinum, tá hann segði ”Her eri eg – send meg” (Jes 6,8). Okkara tænasta byrjar altíð við, at vit elska Harran og bjóða okkum fram til at vera hansara amboð. So skal hann eisini senda okkum. Summi verða trúboðarar, meðan onnur sita við miksipultin. Onkur verður settur í tænastu í heimasamkomuni, meðan onnur verða send út í fjarskotin lond.

Men tá vit bjóða okkum fram, sendir Harrin okkum, hann ger okkum út og fylgir við okkum á ferðini. Og eitt er so heilt vist. Hann brúkar teg til at byggja sítt ríki, tá tú bjóðar teg fram í tænastu hjá honum, sum yvir øllum valdar, og tá sleppur tú at síggja Jesus gera undur í tær og ígjøgnum teg. Tú sleppur at síggja menniskju koma at kenna Jesus sum sín harra og frelsara.

A+

Trúboðin er ókeypis

...men arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.
Dámar tær væl at lesa Trúboðan? So vilja vit fegin spyrja teg, um tú vilt stuðla Trúboðanum.