Signing og banning
Í Fimtu Mósebók lesa vit: “Og tú skalt elska Harran, Gud tín, av øllum hjarta tínum, av allari sál og øllum mátti tínum. Hesi boðorð, sum eg í dag leggi fyri teg, skulu vera í hjarta tínum; og tey skalt tú leggja børnum tínum eina við og bera tey upp á mál, bæði tá ið tú situr heima við hús, og tá ið tú gongur úti, bæði tá ið tú leggur teg, og tá ið tú fert upp” (5 Mós 6,5-7).
Stutt niðurstøða er, hvussu Móses ferð eftir ferð áminnir Ísraelsfólk um at halda fast við Harran.
Øðrvísi nú á døgum? Hava vit brúk fyri slíkum áminningum?
Banning og signing: “Um tú nú ert Harranum, Gudi tínum, lýðin, so at tú vandaliga heldur øll boðorð hans, sum eg í dag leggi fyri teg, tá man Harrin, Gud tín, hevja teg yvir allar tjóðir á jørð; og tá munnu allar hesar signingar verða tær fyri og sannast á tær, um tú lýðir rødd Harrans, Guds tíns.” (5 Mós 28,1-2).
Guds signing á øllum økjum í lívinum!
Á, hatta var tá…
Banningin.
“Men lýðir tú ikki rødd Harrans, Guds tíns, og ikki vandaliga heldur øll boðorð hans og fyriskipanir, sum eg í dag bjóði tær, tá skulu allar hesar banningar verða tær fyri og koma oman yvir teg” (5 Mós 28,15).
Banning er eitt úrslit av ikki at hoyra Guds rødd og ikki at gera tað, sum hann sigur. Tað, ikki at vilja hoyra og lýð Guds rødd, kann verða sagt við einum orði: Uppreistur – ikki ímóti menniskjum, men ímóti Gudi. Ella stutt og greitt: Ólýdni!
“Tí at rættvísi Guds verður í honum opinberað av trúgv til trúar, eins og skrivað stendur: “Men hin rættvísi skal liva av trúgv.” Tí at vreiði Guds verður opinberað av himni yvir alt gudloysi og alla órættferð hjá teimum monnum, sum køva sannleikan við órættferð” (Róm 1,17-18).
Rætta myndin av Gudi hevur báðar “síðurnar” av hansara karakteri við! Sjálvt Jesus kundi ikki gera syndina akseptabla hjá Gudi, men mátti tola alla vreiði Guds.
Í Rómverjabrævinum 11,22 síggja vit Paulus nevna báðar mátar Guds at handla: Guds signingar koma av hansara góðsku. Hansara dómur kemur av hansara strangleika. Bæði hava líka stóran týdning.
“Sí tá góðsku Guds og strangleika.”
“Hin gudleysi hevur ongan frið”.
“Jesus sigur: ”Mín frið gevi eg tykkum, eg gevi ikki eins og heimurin gevur, hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki”.