Skapt í Guds mynd

Skrivað: Andrias Magnussen

“Og Gud skapaði mannin eftir síni mynd, í Guds mynd skapaði hann hann, sum kall og konu skapaði hann tey” (1. Mós 1, 27)

Tað kann vera sera hugtakandi at eygleiða ein flottan málning. Longur vit hyggja, meira síggja vit ymiskar smálutir í málninginum. Har er ymiskt, sum málarin hevur lagt niður í málningin. Hann hevur givið ein part av sær sjálvum, sum nú liggur eftir í málninginum.

Um okkum dámar ein málning, so ber ofta til at keypa hann, men prísurin á málninginum kann vera sera ymiskur. Tú kanst keypa ein málning fyri nakrar fáar 100 krónur, men tað ber eisini til at brúka sera nógvar pengar upp á ein málning. Í 2017 varð málningurin “Salvator Mundi” eftir Leonardo da Vinci seldur fyri meira enn tríggjar milliardir krónur.

Hví er so stórur prísmunur á málningumum? Jú, munurin er, hvat listafólk hevur málað málningin.

Gud, sum hevur skapt himmal og jørð, hevur lagt nakrar av sínum eginleikum niður í okkum, tí vit eru skapt í hansara mynd. Hetta gevur okkum eitt óendaligt virði.

Gud prógvaði eisini okkara virði, tá ið hann sendi sín einborna son, Jesus, at doyggja fyri allar okkara syndir.

Tí skalt tú ikki halda lítið um teg sjálvan. Gud hevur skapt teg, og Jesus er deyður fyri tínar syndir.

Tú hevur nógv at takka honum fyri.