“So skal eg gera tykkum til”
Tá Jesus kallaði teir fyrstu lærusveinarnar í Matteus 4,19, gjørdi hann teimum greitt beinanvegin, at hann fór at broyta teir. Orðini “so skal eg gera tykkum til” vísa, at Gud hevur eina ætlan og ein førleika til at broyta okkum.
Ein lærusveinur er sostatt ein, sum verður broyttur av Jesusi. Hann broytir okkara hjørtu, sum merkir, at okkara hugburður og okkara raðfestingar byrja at broytast. Hetta sæst aftur í tí, at vit fáa ein vaksandi kærleika til Gud og onnur. Tað er Heilagi Andin, sum skapar hetta í okkum og fær okkum at síggja lívið í ljósinum frá ævinleikanum.
Henda broyting krevur nakað heilt grundleggjandi: Tíð saman. Tá Jesus kallaði lærusveinarnar at fylgja sær, sá hann møguleikar í teimum, sum hvørki teir ella nakar annar sá. Meðan teir fylgdu Jesusi, brúktu teir tíð saman við honum og vórðu broyttir av honum.
Jesus brúkar ymiskt fyri at skapa hesa broyting í sínum lærusveinum, men lykilin er at vera saman við honum. Tá vit brúka tíð saman við honum, ger hann okkum meira lík sær bæði í okkara hjarta og okkara lyndi.
Á hvønn hátt brúkar tú tíð saman við Jesusi, so at hann fær broytt teg?