Søgur um okkara stóra Gud

Skrivað: Birita Timothy

“Men honum, sum er mentur í øllum lutum at gera langt út um alt tað, sum vit biðja um ella skilja, eftir teirri kraft, sum virkar í okkum” (Ef 3,20).

Ein andaktsbók, sum mær dámar so væl eitur ‘God math’ ella ‘Gudlig støddfrøði’. Hendan andagtsbók vísir á tær óteljandi søgur, har Gud ger tað ómøguliga. Tá ið Gideon fór í bardaga, og mótstøðuparturin hevði fleiri túsundatals menn, helt hann sjálvur fyri, at hann skuldi hava so stóran og sterkan her sum gjørligt, men Gud segði, at 300 mans vóru nóg mikið. ‘Gudlig støddfrøði’ vísir eisini á, at 5 breyð og 2 fiskar vóru nóg mikið til at metta yvir 5000 fólk. ‘Gudlig støddfrøði’ vísir eisini á, at 12 lærusveinar vóru nóg mikið til at byrja eitt nýtt ríki. Hesar søgur minna okkum á, at Gud kann brúka hvørja støðu í lívinum til at útinna sítt verk. Tað er onki, sum avmarkar okkara Gud. Efesus 3,20 minnir okkum á ta kraft, sum Gud hevur, og harumframt, at hendan sama kraftin virkar í okkum, sum trúgva á Hann. Mín bøn er, at vit veruliga trúgva at Gud kann, og síðani at vit líta á, at henda sama kraft virkar í okkum, sum trúgva.