Søkið fyrst Guds ríki

Skrivað: Monica-Mari Ziska

Las eina grein í “Geist” (ungdómsblaðið hjá Indre Mission í Danmark) um, at kristin í Etiopia leggja ætlan fyri bønum sínum dagin eftir, og at tey lættliga kunnu brúka ein tíma til bøn hvønn morgun og hvørt kvøld. Meðan vit í staðin ofta leggja ætlan fyri dagin fyrst, og um vit fáa tíð, so biðja vit eina bøn fyri tí, vit ætla at gera.

Gud sigur við okkum: “Men søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt” (Matt 6, 33). Gud biður okkum um, ikki at stúra fyri, um vit kunnu fáa nóg mikið, so vit megna gerandisdagin, tí hann, himmalski faðir okkara, veit, at vit hava tørv á mati, klæðum, arbeiði og øðrum (Matt 6,31-32). Gud vil, at vit koma til hansara fyrst, at vit ikki leggja ráð og ætlanir fyrst, men ístaðin sum tað stendur í Sálmi 37,5: “Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna”.  Sálmur nummar 44 í sálmabókini er yrktur eftir Sálmi 37,5, og fyrsta ørindi ljóðar soleiðis:

Lít allar tínar leiðir

og alla hjartasorg

í Harrans hond, sum eigur

alt vald í himnaborg;

hann, sum kann stormar lætta

og leggja brim í sjó

og fjøll og dalir slætta,

kann finna fótum slóð.

Góði himmalski faðir okkara, hjálp okkum at koma til tín fyrst.