Søkið fyrst Guds ríki

Skrivað: Heri Danielsen

“Men søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt” (Matt 6,33)

Í okkara gerandisdegi renna vit okkum í nógvar trupulleikar, har vit kanska fáa stress ella halda bara, at vit hava ov nógv at gera og ov lítla tíð at gera tað, vit áttu. Onkuntíð ynskja vit, at okkurt skal henda, vit vilja kanska hava ein maka, ella vilja vit hava eitt serstakt arbeiði ella eina útbúgving. Vit finna upp á nógv býtt fyri at náa hesum málum, og ofta verður tað ógvuliga hart at røkka hesum málum. Men tá vit gera alt hetta, hvar er tá okkara fokus? Gloyma vit at søkja til hann, ið hevur alla makt, og vil gera alt fyri teg, um tað er til gagns? Gud vil altíð koma okkum til góðar, men vit muga fyrst koma til hann, fyri at hann skal kunna hjálpa okkum.

Gud hevur eina ætlan fyri títt lív. Um tú skalt hava ein maka, so mást tú biðja Gud um at finna tær onkran, ið kann hjálpa tær andliga og vera tær til gagn í gerandisdegnum. Um tú vilt hava eina serliga útbúgving, so mást tú leggja tínar ætlanir, so at tað verður til Guds æru og prís, tí so skal hetta verða tær givið.

Inn ímillum í okkara lívi føla vit, at vit ikki fáa tað frá Gudi, sum vit vilja hava. Tá eru vit noydd at minnast til, at Gud ikki bara gevur tær alt, tú biður um, um tað ikki er eftir hansara ætlan ella ikki er gagnligt fyri títt andliga lív. Eg kann taka eitt dømi. Um eg ynski mær ein giraff, og eg siti í bøn leingi, tí eg vil hava henda giraffin, so sigur Gud altso nei, tí giraffurin kann ikki liva í Føroyum, og hann er mær ikki til gagns.

Vit skulu minnast til, at sjálvt um vit hava ætlanir við okkara lívi, so muga vit søkja Guds ríki og hansara rættvísi fyrst, tí annars gera vit sum heimurin vil og fylgja ikki Guds boðum.