Sólin rísur!

Skrivað: Hans Karl Højgaard

“Fyri Guds várs mildu miskunnar sakir, sum sólarris av høgum himni hevur vitjað okkum við” (Luk 1,78).

Jesus kom, læt seg føða í hendan heim og sum sólarris vitjaði hann okkum. Sólarris vísir á Jesus, sum tað ljós, heimurin hevði verið fyriuttan líka síðan syndafallið. Men Jesus kom sum eitt ljós á himli, at vísa okkum vegin heim í himmalin. Og líkasum sólarris er byrjanin uppá ein nýggjan dag, soleiðis er Jesu føðing ein einastandandi møguleiki hjá okkum at byrja av nýggjum.

Jesus sigur: “Tí at ikki sendi Gud sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum” (Jóh 3,17).

Jesus vil hava samband við okkum, hann hevur gjørt alt klárt fyri okkum, og hann vil frelsa okkum. Hann kom av Himli úr allari sínari himmalsku dýrd, tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur, fyri at tú og eg kunnu byrja av nýggjum. Men hvat gera vit við henda møguleikan? Kasta vit hann frá okkum, ella er tað ymiskt, ið forðar okkum at koma til Jesus?

Jólini, ið standa fyri durum, eru ein tíð, har tað oftani kann verða nógv á skránni, og tað, ið av uppruna var ætlað at vera ein hugnalig og friðsæl tíð, bleiv heilt tað øvuta. Men eisini jólini eru ein møguleiki hjá okkum at byrja av nýggjum! Tí er tað so týdningarmikið, at vit hoyra jólaboðskapin um, at ein frelsari er føddur, sum er Harrin Kristus. Tað er í hesum boðskapi, at friðurin er, tað er bara hesin boðskapur, ið kann veita okkum hvílu. Hesin boðskapur er okkara sólarris og okkara møguleiki at byrja av nýggjum.

Jesus sigur soleiðis: “Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!“ (Jóh 14,27)