Steðga á og undrast

Skrivað: Mirian Mouritsen

”Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív” (Jóh 3,16).

Tað var ein danskur gudfrøðingur, ið tosaði um ymiskt í kristindóminum. Hansara størsta ynski var at fáa fólk at undrast. Fáa fólk at steðga á.

Tí vit menniskju eru rutinu-menniskju. Alt verður gjørt av gomlum vana. Og tað, ið hesin ynskti, var at fáa fólk at undrast. Vit ganga í kirkju ella møti bara av rutinu. Ella gera tað ikki – av rutinu. Hann vildi hava fólk at undrast. Undrast á henda stóra kærleikan hjá Gudi.

Kærleiki og Gud! Júst kenda versið omanfyri er kanska tann størsta myndin uppá júst hesi bæði – kærleika og Gud. Men steðga á. Legg alt gerandisstrev til síðis eina løtu. Sanniliga eru vanar góðir at hava – serliga góðir vanar – men steðga so á og undrast og hugsa um henda ófatiliga kærleika.

Og um tað ikki er nóg mikið, at Gud ”bara” sendi Jesus í heimin fyri okkara skuld, so valdi Jesus at geva sítt lív fyri okkum. Tað er av sonnum kærleiki. Tí vit høvdu tað uppiborið? Nei, tí Jesus elskar okkum!

Undrast. Gerast bilsin. Ein verður sanniliga bilsin og ovfarin, tá ein veruliga steðgar á og grundar yvir tað, ið Jesus gjørdi.

Guds kærleika á eg undrist á,
við veldi hann nú boðar:
”Mín sonur vann tær rættvísi,
teg syndara hann náðar!”