Aftur til forsíðu

Stúran og friður

Stúran og friður

Skrivað: John Mortensen

Hetta eru tveir mótsetningar, sum vit oftast stríðast við. Til tíðir merkja vit frið í okkara sinni og lívi, og til tíðir er tað sum um, at vit ikki megna at halda stúranini burtur.

”Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk, og Guds friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi” (Fil 4,6-7).

Guds orð biður okkum ikki stúra fyri nøkrum. Tað kann virka at vera lættari sagt enn gjørt. Men tó, so lovar Gud, at tá vit í ákallan og bøn koma til hansara, skal Guds friður varðveita hjørtu og hugsanir okkara.

Eg havi mangan vent aftur til orðini, sum Gud segði við Ábraham, tá hann gav honum stóra lyftið um, at hann skuldi verða ættarfaðir Ísraels: ”Lít upp móti himni og vita, um tú fært talt stjørnurnar har!” Og hann segði: ”So fjølmangt skal avkom títt verða” (1 Mós 15,5).

Mangan, tá vit stúra, er tað í smálutunum í okkara egna lívi, men um vit hyggja at Gudi, hvussu hann hevur frelst okkum og heldur øllum uppi, um vit hyggja eftir Guds ætlan við okkara lívi, í tilbiðjan og bøn, tá er tað sum, at hann tekur allan stúran á seg og sigur við okkum, at hann hevur alt í síni hond.

Lat okkum tí gera, sum sangurin sigur: Fest títt eyga á Jesus.

Hebrearabrævið 12,2-3: ” … við tað at vit líta (hyggja) til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus, hann sum fyri ta gleði, sum honum var fyri sett, bar kross við toli, og virdi einki um skemd…  Ja, hugsið um hann, sum hevur tolt slíkt mótmæli móti sær av syndarum, fyri at tit ikki skulu troyttast og verða givnir í sálum tykkara.”

A+