Stúrið ikki!
“Stúrið ikki!” (Matt 6,25)
Hesi orð eru søgd við lærusveinarnar og soleiðis eisini fyrst og fremst við okkum trúgvandi. Jesus byrjar við at siga “tí”, “tí sigi eg tykkum, stúrið ikki”. Framman undan hevur hann sagt: “Tit kunnu ikki tæna tveimum harrum. Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.” Antin tæna vit hesum heimi ella tæna vit Gudi. Antin seta vit okkara álit á Gud, ella seta vit okkara álit á mammon. Ein triði møguleiki finst ikki. Og Jesus vil frelsa øll síni trúgvandi og øll onnur frá at vera í tænastu hjá djevlinum, tí mammon lýsir Satans vald á menniskjanum.
Hvat er so stúran? Søren Kirkegaard sigur, at stúran er ótti fyri, at óndir møguleikar skulu gerast veruleiki. Tað er eitt gott svar. Eitt kanska betri svar er, at menniskjan roynir at vera sín egna forsjón, at taka sakina í egnar hendur og klára seg sjálva. Sálmur 37,5 sigur: “Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna.” Eitt vælsignað orð. Venda vit hesum orði við og siga: “Legg tínar leiðir í tína egnu hond og lít á teg sjálvan”, so fær tú eina góða mynd av, hvat stúran er, og tað er tað, sum Jesus vil frelsa teg frá. Hann vil hjálpa okkum út úr hesum, at vit skulu klára alt sjálv og taka sakina í egnar hendur.