Sunna læran
„Hav altíð hesa lógbók á munni og grunda yvir hana dagar og nætur, til tess at tú heldur alt tað, sum í henni er ritað; tá fer alt at vignast tær væl, og tú verður happadrúgvur. “
Jós. 1,8
Og
„Tí at tann tíð skal koma, tá ið teir ikki skulu tola hina heilnæmu læruna, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, soleiðis sum tað kitlar teir í oyruni, “
2.Tim.4,3
Summi menniskju eru tað, sum norðmenn kalla “vekkelsesturister”. Tey fara yvir til Amerika, har tað frættist, at stór veking er, so í einum býi og so í einum øðrum. Tað er vandamikið at seta sítt álit á menniskju. Nei, renn ikki aftan á menniskjum, men møt Harranum í Orðinum hvønn dag. Et teg mettan hvønn dag í Orðinum, tanla, tygg og jótra tað.
e.c. Ums.
Edvard Poulsen

