Syndirnar eru í gloymskunnar havið

Skrivað: Petur Absalonsen

“Eg, eg eina, striki út misgerðir tínar vegna mín sjálvs og minnist ikki syndir tínar” (Jes 43,25)

Skal Guds orð vera okkum til nakra hjálp, so er ikki nóg mikið, at vit skilja orðið, men vit mugu eisini trúgva tí, sum Gud hevur sagt.

Tá ið Gud lovar, at hann gloymir syndir okkara, tá ið vit hava játtað tær og biðið um fyrigeving, so mugu vit velja at trúgva hesum. Tí um vit ikki líta á Gud, at hann gloymir syndina, so siga vit ótilvitað, at Gud er ein lygnari, og tað ynskir eingin trúgvandi, óansæð, hvussu torført tað kann vera at góðtaka, at syndin er fyrigivin og gloymd.

Næstu ferð tú fert at ivast, um syndin veruliga er burtur, so skalt tú søkja inn til Guds orð og siga við teg sjálvan: “Tað, sum Gud ikki minnist, tað vil eg heldur ikki minnast.”

Jesus møtti syndunum á Golgata, tískil skulu øll tey, ið eiga eina frelsta sál, aldrin møta syndunum aftur. Ístaðin skulu vit møta Jesusi, ið bjóðar okkum at fylgja sær, og tá ið lívið her á fold er enda, so bjóðar hann okkum heim í Paradís.