Tað er bluff, at tað finnast fleiri vegir til Guds

Skrivað: Mourits Mouritsen

“Jesus sigur við hann: “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6).

Vit liva í eini tíð, sum á mangar mátar er fylt við ótryggleika og ruðuleika. Tí er tað so ómetaliga gott at hoyra um ein veg, sum vit trygt kunnu fylgja. Og sum førir okkum fram til okkara rætta mál: Himmalin.

Tað er ongin vegur fyri okkum inn til Guds uttan gjøgnum Jesus Kristus, frelsaran. “Eingin kemur til faðirin uttan við mær”, sigur Jesus. Hann er ikki bara ein vegur millum nógvar aðrar; hann er tann einasti vegurin! Nógv hava roynt at koma fram aðrar vegir. Men tað miseydnaðist, og tey komu bara longur burtur frá Gudi. Jesus er vegurin!

Tí hevur tað alt at siga, at vit trúgva á hann og fylgja honum. Tann, sum trýr á Jesus, er á vegnum – tí vegnum, sum førir okkum líka fram á mál.

Tað er nakað bluff, tá onkur heldur uppá, at tað er møguligt at trúgva á Gud og náa fram til hansara eftir øðrum vegum uttanum Jesus. Tað ber ikki til. Tað er ómøguligt.

Jesus sigur: “Eingin kennir Faðirin uttan sonurin og tann, sum sonurin vil opinbera hann” (Matt 11,27).

Allir aðrir vegir uttan um Jesus eru blindir vegir!

Og so er Jesus sannleikin. Ikki bara ein partur av sannleikanum, men sjálvur sannleikin. Hann sigur ikki, at hann hevur greitt okkum frá sannleikanum.  Nei, hann sigur, at hann er sannleikin. Tann, sum trýr á Jesus, hevur sannleikan. Sannleikin er í honum, tí Jesus býr í honum.

Og Jesus er lívið. Ikki bara ein síða av lívinum, men tað veruliga lívið. Hann vil eisini verða lívið fyri teg, ikki bara ein partur av tíni tilveru, men sjálvt lívið.

Har Jesus ikki er við, er tað bara deyði. Tann sum trýr á Jesus, hevur lívið. Hann er tað æviga lívið. Og tá vit gjøgnum trúnna eru sameind við Jesus, eiga vit lívið í honum.