Tað er eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi!
“So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi” (Róm 8,1).
Hesi vælsignaðu orð koma mangan aftur og aftur til mín. Ongin fordøming!!! Er tað veruliga so ?
Tað eru uttan iva fleiri við mær, sum ferð eftir ferð kenna seg fordømdan av ymiskum. Tað kann eitt nú vera, at vit ikki strekkja til andaliga sæð. Hvussu við bíbliulesnaði og bøn? Hvussu eri eg ímóti mínum næsta? Man Jesus vilja hava nakað við meg at gera? Kann tað veruliga vera satt, at Jesus sigur hetta við meg, sum ferð eftir ferð snávi?
Men so kemur Jesus við hesum vælsignaðu orðum. Tað er ongin fordøming. Tað er: Ongin fordøming fyri meg og teg, tá ið vit hava valt at fylgja Jesusi eftir.
Eitt vers í einum sangi sigur soleiðis:
Um eg ei kann trúgva, sum eg eigi,
hóast tað er málið líka rætt,
og úr iva orð hans nú meg leiði,
tí mín Jesus talar altíð satt.
Tí hevur tað alstóran týdning fyri teg og meg sum kristin, at vit hvønn dag í lívi okkara halda okkum nær at Jesusi. So kunnu vit av hjarta taka hesi orð til okkum: “So er tá nú eingin fordøming“.