Tað himmalska cpr-nummarið

Skrivað: Petur Absalonsen

“Tí at borgaraskapur okkara er á himnum, haðan sum vit eisini vænta sum frelsara Harran Jesus Krist.” (Fil 3,20)

Tá ið vit flyta til Danmarkar, skulu vit skaffa okkum eitt cpr-nummar, so vit vera skrásett í øllum teimum donsku skipanunum. Upp á ein máta kunnu vit síggja náðina, sum Gud vísti okkum á Golgata, sum cpr-nummarið í Himlinum. Tí tá ið vit ein dag koma at standa frammanfyri Gudi, so hevur tað alt at siga, at vit eru skrásett í lívsinsbók, fyri at vit kunnu sleppa inn í Himmalin.

Tó er tað ein sera stórur munur á tí danska cpr-nummarinum og tí himmalska. Tí tað danska cpr-nummarið skaffa vit okkum, tá ið vit eru flutt til Danmarkar. Meðan tað himmalska mugu vit skaffa okkum, meðan vit liva sum útisetar her á fold.

Hvussu skaffa vit okkum so tað himmalska cpr-nummarið? Jú tað er við at takka Gudi fyri hansara stóru náði, at hann lat sín son doyggja fyri okkum og biðja um, at hann má náða okkum og reinsa alla okkara synd, so vit kunnu gerast hansara reinu børn.

So spurningurin er: Hevur tú tað himmalska cpr-nummarið klárt? Tí ein dag verður ov seint at skaffa sær cpr-nummarið, og tá vendist ikki við. Men tíbetur er náðitíð enn, og tað himmalska cpr-nummarið kann skaffast.

Jesus vælsigni okkum henda dag.