Tað kann kosta mær lívið

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

”men hvør veit, um tað ikki er fyri hesa somu stund, at tú ert komin til drotningartignar?»” (Est 4,14b)

Eg las herfyri søguna um Ester drotning. Ein spennandi søga, um hvussu Ester bjargar sínum fólki. Tá Háman fær skrivað lóg, um at allir júdear skulu takast av døgum, er Ester einasta vón. Ester var blivin drotning, og nú hevði hon møguleikan – síðsta møguleikan – at bjarga øllum júdeum. Hon má inn fyri kongin at biðja hann broyta lógina, ið Háman hevur sett. Ester veit, at um hon fer inn fyri kong óboðin, kann tað kosta henni lívið. Tá er tað Mordokai sigur við hana: Hvør veit, um tað ikki er hetta, sum er orsøkin, til at tú ert drotning?

Nú mátti hon velja. Skuldi hon velja seg sjálva, ella skuldi hon líta á Gud og velja sítt fólk og harvið møguliga ofra sítt egna lív?

Ester stóð í einari torførari støðu, men hon valdi at líta á Gud. Hon biður allar júdear biðja fyri sær og sigur síðani ”men eigi eg at farast, tá lat meg farast!”.

Høvdu vit havt álit á Gudi ella valt okkara egna lív?