Tað kostaði Pæturi … og tær …?

Skrivað: Jaspur Langaard

“Tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum” (Sálm 91,11)

Kostar tað at vera eitt vitni fyri Jesus?

Pætur bleiv settur í fangahús, tí hann fortaldi øðrum um tað, hann hevði sæð og upplivað. Jesus sendi ein eingil at hjálpa honum úr fangahúsinum. Pætur sá, at eingilin hjálpti honum, men hann sá ikki sjálvan eingilin. Vit lesa nógv um leiklutin hjá einglunum, tá Jesus kom inn í heimin, tá hann doyði, og tá hann fór heim aftur til Faðirin.

Vit síggja ikki einglarnar, sum eru settir at verja okkum, men tað er gott og trygt at vita, at teir altíð eru hjá okkum. Hava vit tað trupult, og merkja lívið sum eina mótbrekku, tá hjálpa teir okkum enn meir.

Ein mótbrekka kann vera, at vit uppliva ótta – tað kann vera orsaka av Korona ella annað, sum nívir, sum hevur fylgt nógv í sinni okkara síðstu mánaðirnar. Tá er gott hjá okkum, Guds børnum at vita, at hann varðar okkum á øllum okkara leiðum.

Jesus hjálp okkum at minnast, at takka tær fyri einglanna varðveitslu á leiðum okkara.