Tað stóra ljósið

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Tað fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós, og ljós skal lýsa yvir teimum, sum sita í deyðaskuggans landi” (Jes 6,2).

700 ár eftir hetta profetaorð í Gamla testamenti kom Messias. Jesus er tað stóra ljósið, sum Gud sendi í heimin. Hann lat seg føða inn í henda heim til tess at lýsa fyri okkum, sum eru fødd í synd og tí liva í skugganum av deyða og forgeingiligleika.

Men júst tí kom Jesus! Fyri at bjarga okkum út úr valdi myrkursins og flyta okkum inn í sítt ríki (Kol 1,13). Tí kallar hann okkum frá myrkrinum til sítt undurfulla ljós (1 Pæt 2,9). Tí hann er ljós heimsins – komið í heimin, fyri at hvør tann, sum trýr á hann, ikki skal verða verandi í myrkrinum, men hava lívsins ljós (Jóh 8,12; 12,46).

Hetta eru ikki einans føgur orð, men veruleiki fyri ein og hvønn, sum trýr á Jesus. Vit nýtast ikki at ganga í myrkri longur.